Gillastova
Faroe Islands

UM GILLASTOVU
Hugnalig og nýumvæld hús til leigu í Froðba, Suðuroynni. Húsið hevur 6 seingjarpláss og allar neyðugar hentleikar!
Umhugsar tú at koma suður til Froðbiar at ferðast? Ella skalt tú kanska eitthvørt ørindi í Suðuroynni og má yvirnátta? Jamen so er Gillastova møguliga akkurát ein loysn fyri teg!
Nýumvælda og snotiliga svarta húsið stendur í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við góðum útsýni yvir landslagið og fjørðin.
Í miðhæddini er inngongd v/trappu, baðirúm við brúsu, køkur/stova við øllum vanligum hentleikum so sum spísiborð, komfýrur, kókipláta, køliskáp, uppvaskmaskina, sofasett, smart-tv við televarpi og alnót.
Í ovastu hædd er gongd v/trappu og 2 sovikømur. Í báðum kømrunum er ein dupultsong og ein einkultsong, í alt 6 songjarpláss.
Í niðastu hædd er óinrættaður kjallari við vaskimaskinu.
Alt húsi er umvælt í 2018-2019 og er spildurnýtt bæði innan og uttan.
TÆNASTUR
6 seingjarpláss
Gillastova hevur seks seingjarpláss og pláss er fyri tveimum eyka madrassum.
Ókeypis Wifi
Gott netsamband er íroknað prísin.
Havi
Hugnaligur havi til spæl og stuttleika
Reingerð
Reingerð taka vit okkum av. Handkløð og seingjarklæðir kunnu bíleggjast fyri 110 kr. per persón.
Hitapottur
Hitapotturin er altið klárur og heitur. Leiga fyri 800 kr. per uppihald.
Sjónvarp
Sjónvarpið í Gillastovu er eitt smart TV
GALLERY




Hvat siga okkara gestur?
